Nýggjárslifti
Tú skalt røkja tín egna urtagarð, segði vinkonan, tá klokkan var farin av midnátt, og vit stóðu við sjampagnuglasi í hond og hugleiddu um nýggja árið …
… at ganga minni uppí hvat onnur siga, meina og gera … og halda meg til mín egna matrikkul,
– ljóðar skilagott …
men eg kundi eisini hugsað mær okkurt annað og meir … kanska eitt sindur av lættleika í lívinum?
At verða glaðari, hava tað stuttligari, flenna oftari …
Eg havi verið so kedd so kedd í nógv nógv ár.
Meðan eg siti og skrivi, varnist eg, at tankarnir um nýggjárslyfti longu er farnir at virka…
Bókstavliga.
Setti hópin av tulipan- og páskaleykum niður í pottar og blómubeð fyrr í vetur og síggi longu nakrar grønar spírar. Eg gleði meg til blómurnar til várs.
Tað plagdi ikki at vera gamalt.
… jú, gleðin raknar mín sann…
Eg skal eg súkkla við Team Rynkeby til Paris í summar … 1500 kilometrar … við sveitta, tárum og bláum knøum – strævið, gaman í – men forbiðið stuttligt …
Vit venja hart, og eg flenni longu meir enn eg plagi.
Jú, tað blíðkar fyri hugaðum fólki. Eg vænti, at mínir nýggjárstankar bera á mál.
Ynski, at teir eisini mugu gagnast tær væl.
Gott
nýggjár !)
Smákøkutankar
Eitt klípi av tonkum ein regntungan hósdag meðan Áðrenn Elvis spælir í útvarpinum….
Eg kundi hugsað mær at verið ein hyldlig kona, sum kókar bót av beinum til súpan, barmføgur og fevnandi, men her er ongin, sum etur nakað longur.
Eg kundi hugsað mær at prýtt mítt heim við lillalittum pútum og gingið í kjóla við paliettum, men rákið er minemalistiskt, svart/hvítt, og bókin ,,Ryd op i dit rod” er enn millum10 tær bestu.
Eg kundi hugsað mær at drukkið kaffi við Cointreau, fingið mær ein royk aftur við, men nú er langt síðani, at eg legði av. Havi lært meg at meditera í staðin, men viðhvørt leingist mær eftir andarhaldinum, tað tók at roykja eina sigarett.
Eg sakni órudd! Kreativt órudd!
Hvat varð av hasi skálini, sum stóð á borðinum í hvørjari stovu, við bíløtum av slekt og vinum, livandi og deyðum? Sum samlaði dust og bara varð støvað av, tá ið onkur setti seg at hyggja?
Í dag er alt á geyma, Simple living, tú veitst.
Nei, tað einasta, sum er, sum tað plagar at vera, er útvarpið. Fyrst koma tíðindi, so kunngerðir og at enda andlát.
Eg lurti.
Jarðarferðin er klokkan 13. Ein gomul kona eg kenni, er deyð. Eisini eg eigi ein svartan frakka at smoyggja meg í, altíð klár at loypa avstað.
Nei, eg bíði ikki eftir deyðanum, men eg renni heldur ikki undan honum, havi runnið fyri meg.
Knøini knirka, og lørini gnadda. Helst skulu innaru vøddarnir mýkjast. Togast. Krympast.
Men tó, so eri eg svong eftir lívinum. Brellist. Vil sleppa at skapa. Mála! Skriva! Baka!
Eg veit, eg fari at baka til ervi.
Syrgiligt, men eisini lívsjáttandi, tá ið eitt gamalt fólk ferð avstað. Storknað. Krympað. Rukkað. Mett av døgum. Tá er alt, sum tað eigur at vera.
Eg lati hurðina til køliskápið upp.
Spyr meg ikki hví, eg goymi marsipan í kulda, men her liggur ein rulla frá jólum, sum lýkar markið fyri seinasta søludegi, og eg eigi eisini mjøl, sukur, vanilju og hjortasalt inn. Nakrir pakkar av smøri frá MBM liggja í boksini, avlop frá mínum seinasta leiki, Morgunstjørnan, og eg ringi til grannakonuna: Lat meg fáa hasa uppskriftina uppá smákakurnar, sum tú bakaði mær til jóla. Góða!
Síðani sendi eg eitt sms til 269913: Keyp tveir pakkar av hassilnøtum við heim við. Boðini enda við einum rundum gulum høvdi og reyðum mussi afturvið. .
Eg baki, so rokið stendur frá. Elti smør, marsipan og sukur, sum kleiggjar millum fingrarnar, men losnar, tá ið eg stroyið mjølið útyvir.
Eg rulli nakrar pylsur at set kalt.
Eg eri ongin úrmælingur at baka, veit sum er, eg verði noydd at gera tvær persjónir fyri at fáa góða eina burturúr.
Mamma kann fáa avlopið. Eg fitni ikki av tí, sum hon etur. Áh, eg kvalist, ikki av tankanum um at skula eta sunt, men av tamarhaldinum, sum eg ikki havi.
Vit hava yvirflóð av øllum. Hillarnar í handlunum eru um at hokna undan øllum matinum. Alt tað góða skal njótast við máta. Visti tú av, at eitt lítið Mars kostar ein rennitúr úr túninum hjá mær og norður um byrgingina á Haraldssundi? Minst!
Nei, eg havi ikki kontroll. Kenni mær ikki hógv. Drekki ongantíð bert eitt glas av víni, men altíð tvey ella trý. Eg skeri mær eina flís av tjónum at stinga í munnin, áðrenn tað verður lagt á borðið, og eg pilki, tá ið eg eri liðug at eta.
Nú er deiggið í køliskápinum klárt.
Eg skeri rullurnar í hóskandi flísar, leggi tær á bakipappírið, fimm á rað í fýra rekkjum. Tær eru allar ymiskar, summar rundar og aðrar avlangar. Nakrar størri enn hinar.
Við eitt minnist eg hugfarsliga prestin í kirkjukjallaranum, tá ið eg varð fermd, fyri fjøritu árum síðani. Hann greiddi okkum frá, hvussu Gud skapti menniskjuni, og hví vit eru so ymisk og tó so eins: Gud evnaði kropp okkara til eftir bestu sannføring og setti okkum í himmalska bakarovnin at baka. Av og á gloppaði hann hurðina og trýsti við fremstafingri á búkin at vita um bakað var. Men Gud var óansin. Nøkur vóru heldur stutt í ovninum, nøkur passaligt, men nøkur fingu og nógv. Tí gjørdust summi hvít, onnur brún, men nøkur fingu so nógv at tey vóru mestsum kola svørt. ,,Men eitt hava vit øll í felag”, segði prestur. ,,Fingramerki Guds á búkinum. Nalvin.”
Eg trýsti eina nøt á hvørja køku og seti í ovnin at baka.
Várharra setti ongan eftir, men tað geri eg. Tá kakurnar eru bakaðar, sorteri eg við harðari hond. Pilki tær penastu burturúr og leggi í dósini, sum einaferð var full av karamellum.
Eftir á borðinum liggur nú ein heil persjón, mislukkaðar, summar brotnaðar aðrar heldur brendar.
Eg kóki mær ein temunn og fái mær eina at dryppa niðurí.
Tær óperfektu smákakurnar smakka sera sera væl.
Áh, nú gloymdi eg so púrasta mammu.
Eyð Matras er fríyrkisfólk, journalist og sjónleikari. Hon eigur tvey børn, dóttrina Tóru, sála og Flóvin, sum er fimtan ár. Tíkin Vanja er hennara trúfasti gonguvinur. Hon er sambúgvi við Tummas, sum er lærari. Hann er vorðin abbi, og Eyð rópar beiggjan hjá Maluni: lítli fitt Tummas hjá ommu síni.
Grillbarrin hjá Símun og krím smitta sum pestin
Dóttir okkara er í kemoviðgerð og hevur niðursetta immunverju. Hetta nervar meg nógv, serliga í hesum influensatíðum, nú øll hosta, snísa og eru forkølað. Krím kann kosta einum barni í kemo dýrt, fepur uppaftur meir. Innlegging á sjúkrahúsi, pensilin og avbyrging.
Hon skal koppsetast móti beinkrími, tað skulu vit øll, men enn eru hennara tøl so lág, at hon má bíða. Ímeðan verða tilmælini frá Landslæknanum um reinføri fylgd.
Vit vaska hendur ofta og týtt og spritta omaná. Hosta og njósa í ermuna. Onki hóvasták. Man venist við alt.
Sjálvt vinmenninir hjá Flóvini gera tað, tá teir koma á vitjan.
Fyri at sleppa undan smittu, er best at skýggja støð, har nógv fólk eru, men á sjúkrahúsið mugu vit.
Í farnu viku var kemo aftur á skránni. Blóðroyndir takast. Blóðprosentið var ov lágt, og Tóra mátti á Barnadeildina at fáa blóð, áðrenn vit sluppu norður aftur.
Hetta er eisini rutina.
Tíðin á deildini gongur skjótt. Vit hyggja eftir onkrum á netinum, í løtuni er Grillbarrini hjá Símuni stóra hittið.
Skemt á lágum støði, eg veit, men so langt úti, at vit kunna ikki annað enn flenna. Eina løtu sleppa vit teymunum og sita á hvítu sjúkrahússeingini og eiðirnar fúka. Vit banna og blóta, flenna og herma, men brátt er dótturin svong, og sigur í røttum “GrillbarrinhjáSímun” stíli: “Slepp tær so til h…. oman í hasa saltbarrina og keyp mær nøkur salatbløð, áðrenn je …. undan tær….”
Eg standi í forhøllini. Tóra elska salat. Sjálv eri eg onki fyri sjálvtøku matstøðum, har alt stendur frammi til øll at fáa sær. Ein sonn bakteriubumba, men okkurt fornøjilsi skal gentan hava.
Eg spritti hendur og byrji at fylla salat uppí ein bakkan úr plastikk.
Ein myrkhærdur maður stendur tætt við og tosar við ein annan mann. Meðan eg fiski mais og tomatir og skorin salatbløð upp úr stálíløtunum, síggi eg, at maðurin skal njósa.
Eg dugi ikki at forklára hvussu, men vit kenna tað øll, tá eitt herðindi kemur, og vit bara mugu. Sjálv plagi eg at krympa, krossa bein og kvala njósi í ermuna.
Men hesin maðurin sýnist ikki at kenna sær hógv. Hann hvørki nýsur í ermu ei heldur hond, men letur tað ganga av út í tóman heim.
Eg trúgvi ikki mínum egnu eygum. Fari í verjustøðu. Haldi hondina fyri plastbakkan, so snordropar og bakteriur ikki sleppa niður í, alt meðan eg royni at sissa mín innara “Símun” og sigi við meg sjálva: Hatta var eitt óhapp. Hatta kann koma fyri sjálvt hjá tí besta. Hatta hendir ikki aftur.
Men hvat skjer?
Aftur kemur eitt herðindi á mannin, og hann tekur dyk á seg. Kroppurin reisist, hesaferð ógvusligari enn áður. Hann bendir seg framyvir og nýsur ó hart og inniliga, og hesiferð síggi eg, hvussu snordroparnar spríkja úr nøsini út í ta stóru forhøllina á Landssjúkrahúsinum, har fólk sita
Eg vamlist, vil spýggja og sigi fyri meg sjálva í Símun stíli: “Hvat í h…. ger hasin maðurin?” Eg síggi, at hann hoyrir meg. Hann letst tó ikki um vón, vendir mær bakið og heldur áfram at práta.
Alt í einum kemur mín ringa samvitska. Eg blívi flóv, og sjálvt um eg veit, at eg havi grein í mínum máli, so má eg siga okkurt pent við hann. Biða um umbering fyri mín ógvusliga málburð
Eg fari yvir til mannin og sigi høviliga: Eg sá væl, at tú sást, at eg bleiv ill. Men tú mást læra teg at njósa. Tú mást hugsa um, at tú ert á einum sjúkrahúsi, og meðan eg standi og greiði frá, hvussu man eigur at gera, føli eg meg uppaftur býttari, tí eg læri ein vaksnan mann.
Tað hjálpir, tá hann svarar: Tú hevur púra rætt, tú skalt ikki hava tað ringt, men leggur so afturat: Men tú kundi havt sagt tað uppá ein penari máta. “
Orðalagið í Grillbarrini hjá Símun smittar. Men tað ger krím eisini. Sum pestin. Minnist til: Haldið fyri, vaskið hendur og sprittið omaná.

