Smákøkutankar
Eitt klípi av tonkum ein regntungan hósdag meðan Áðrenn Elvis spælir í útvarpinum….
Eg kundi hugsað mær at verið ein hyldlig kona, sum kókar bót av beinum til súpan, barmføgur og fevnandi, men her er ongin, sum etur nakað longur.
Eg kundi hugsað mær at prýtt mítt heim við lillalittum pútum og gingið í kjóla við paliettum, men rákið er minemalistiskt, svart/hvítt, og bókin ,,Ryd op i dit rod” er enn millum10 tær bestu.
Eg kundi hugsað mær at drukkið kaffi við Cointreau, fingið mær ein royk aftur við, men nú er langt síðani, at eg legði av. Havi lært meg at meditera í staðin, men viðhvørt leingist mær eftir andarhaldinum, tað tók at roykja eina sigarett.
Eg sakni órudd! Kreativt órudd!
Hvat varð av hasi skálini, sum stóð á borðinum í hvørjari stovu, við bíløtum av slekt og vinum, livandi og deyðum? Sum samlaði dust og bara varð støvað av, tá ið onkur setti seg at hyggja?
Í dag er alt á geyma, Simple living, tú veitst.
Nei, tað einasta, sum er, sum tað plagar at vera, er útvarpið. Fyrst koma tíðindi, so kunngerðir og at enda andlát.
Eg lurti.
Jarðarferðin er klokkan 13. Ein gomul kona eg kenni, er deyð. Eisini eg eigi ein svartan frakka at smoyggja meg í, altíð klár at loypa avstað.
Nei, eg bíði ikki eftir deyðanum, men eg renni heldur ikki undan honum, havi runnið fyri meg.
Knøini knirka, og lørini gnadda. Helst skulu innaru vøddarnir mýkjast. Togast. Krympast.
Men tó, so eri eg svong eftir lívinum. Brellist. Vil sleppa at skapa. Mála! Skriva! Baka!
Eg veit, eg fari at baka til ervi.
Syrgiligt, men eisini lívsjáttandi, tá ið eitt gamalt fólk ferð avstað. Storknað. Krympað. Rukkað. Mett av døgum. Tá er alt, sum tað eigur at vera.
Eg lati hurðina til køliskápið upp.
Spyr meg ikki hví, eg goymi marsipan í kulda, men her liggur ein rulla frá jólum, sum lýkar markið fyri seinasta søludegi, og eg eigi eisini mjøl, sukur, vanilju og hjortasalt inn. Nakrir pakkar av smøri frá MBM liggja í boksini, avlop frá mínum seinasta leiki, Morgunstjørnan, og eg ringi til grannakonuna: Lat meg fáa hasa uppskriftina uppá smákakurnar, sum tú bakaði mær til jóla. Góða!
Síðani sendi eg eitt sms til 269913: Keyp tveir pakkar av hassilnøtum við heim við. Boðini enda við einum rundum gulum høvdi og reyðum mussi afturvið. .
Eg baki, so rokið stendur frá. Elti smør, marsipan og sukur, sum kleiggjar millum fingrarnar, men losnar, tá ið eg stroyið mjølið útyvir.
Eg rulli nakrar pylsur at set kalt.
Eg eri ongin úrmælingur at baka, veit sum er, eg verði noydd at gera tvær persjónir fyri at fáa góða eina burturúr.
Mamma kann fáa avlopið. Eg fitni ikki av tí, sum hon etur. Áh, eg kvalist, ikki av tankanum um at skula eta sunt, men av tamarhaldinum, sum eg ikki havi.
Vit hava yvirflóð av øllum. Hillarnar í handlunum eru um at hokna undan øllum matinum. Alt tað góða skal njótast við máta. Visti tú av, at eitt lítið Mars kostar ein rennitúr úr túninum hjá mær og norður um byrgingina á Haraldssundi? Minst!
Nei, eg havi ikki kontroll. Kenni mær ikki hógv. Drekki ongantíð bert eitt glas av víni, men altíð tvey ella trý. Eg skeri mær eina flís av tjónum at stinga í munnin, áðrenn tað verður lagt á borðið, og eg pilki, tá ið eg eri liðug at eta.
Nú er deiggið í køliskápinum klárt.
Eg skeri rullurnar í hóskandi flísar, leggi tær á bakipappírið, fimm á rað í fýra rekkjum. Tær eru allar ymiskar, summar rundar og aðrar avlangar. Nakrar størri enn hinar.
Við eitt minnist eg hugfarsliga prestin í kirkjukjallaranum, tá ið eg varð fermd, fyri fjøritu árum síðani. Hann greiddi okkum frá, hvussu Gud skapti menniskjuni, og hví vit eru so ymisk og tó so eins: Gud evnaði kropp okkara til eftir bestu sannføring og setti okkum í himmalska bakarovnin at baka. Av og á gloppaði hann hurðina og trýsti við fremstafingri á búkin at vita um bakað var. Men Gud var óansin. Nøkur vóru heldur stutt í ovninum, nøkur passaligt, men nøkur fingu og nógv. Tí gjørdust summi hvít, onnur brún, men nøkur fingu so nógv at tey vóru mestsum kola svørt. ,,Men eitt hava vit øll í felag”, segði prestur. ,,Fingramerki Guds á búkinum. Nalvin.”
Eg trýsti eina nøt á hvørja køku og seti í ovnin at baka.
Várharra setti ongan eftir, men tað geri eg. Tá kakurnar eru bakaðar, sorteri eg við harðari hond. Pilki tær penastu burturúr og leggi í dósini, sum einaferð var full av karamellum.
Eftir á borðinum liggur nú ein heil persjón, mislukkaðar, summar brotnaðar aðrar heldur brendar.
Eg kóki mær ein temunn og fái mær eina at dryppa niðurí.
Tær óperfektu smákakurnar smakka sera sera væl.
Áh, nú gloymdi eg so púrasta mammu.
Eyð Matras er fríyrkisfólk, journalist og sjónleikari. Hon eigur tvey børn, dóttrina Tóru, sála og Flóvin, sum er fimtan ár. Tíkin Vanja er hennara trúfasti gonguvinur. Hon er sambúgvi við Tummas, sum er lærari. Hann er vorðin abbi, og Eyð rópar beiggjan hjá Maluni: lítli fitt Tummas hjá ommu síni.
