Mín fyrsti túrur í klikkskóm

Nógv er at minnast til, áðrenn farið verður avstað, – vatndunkurin skal fyllast, telefonin løðast, handskar, lyktir og eyka battarí skulu við. Hjólini skulu pumpast og hjálmurin uppá. Eg stingi eina banan í lumman at hava við.
Eg minnist ilt á kensluna, tá eg fór í hesar strammu súkklubuksurnar á fyrsta sinni – fekk ikki anda, og fór næstan í panikk. Syntetiskt stoff hóskar ikki júst til kvinnur í skiftisárunum, men ein venist við alt, – má eg bara sanna.
Eg gangi skinklandi eftir kjallaragólvinum,- hetta er mín fyrsti túrur í klikkskóm. Havi hoyrt so nógvar ræðusøgur um klikk, sjálvt mamma er ørkymlað,- hon hyggur eftir Tour de France í sjónvarpinum.: – “….Men tú ert jú føst á súkkluni, um tú dettur fylgir súkklan við. Eg havi sjálv hugsað tankan. Eri vaknað á miðjari nátt við bankandi hjarta.: Klári eg at hugsa klárt og klikka skógvarnar av um eg detti?
Eg eri í lántum fjaðrum nú eg fari avstað, – Katrina eigur skógvarnar, Tummas buksur og jakka og Aksel súkkluna.
TÓRA – stendur á henni við stórum svørtum stavum.
Føroyska deildin hjá Team Rynkeby varð stovnað í 2014, – tá var Tóra sjúk, hon hevði krabbamein í høvdinum. Fleiri súkklarar høvdu sett hennar navn á sína súkklu.
Eg gangi í klikkskónum oman á slætt, seti vinstra fótin á pedalina, – tað sigur klikk. Eg traðki við einum beini eftir Vágsheygnum, hetta er mín barndómsgøta. Tummas er fremstur: – Kom nú! rópar hann. Koyr eisini hitt beinið uppá. Hann stendur við hornið oman Víkabrekkuna og hyggur:: – Ongin bilur er í nánd!
Klikk! Nú eru báðar føturnar fastar.
– Ikki vera bangin. Set ferðina upp. Tummas er ótolin.
Eg muti ímóti.: Hvat nú hviss …? Men her er ongin náði, boðini eru greið.
Tig! Lurta og ikki snakka!
Tummas er í zen við sína súkklu. Smidligur fer hann framvið við parkaðu bilunum á Nýggjavegi….. Gudsdoyð! Nú stendur hann uppi og hoppar. Hví ger hann so? Vit eru komin til rundkoyringina við Gamla Spinnaríið:. – Hatta var fyri at sleppa undan holunum, sum eru í vegunum, greiðir hann frá.
Nei! Álvara! Eg flenni. Ein hoppandi gul i kanin á súkklu til Paris?
Vit koyra út eftir Oyravegnun, – Borðoyarvík liggur í silvitni. Hygg! Har er Vevskúlanum úti í Grøv. Aina Cederblom, sigldi úr Svøríki til Føroyar í sínum lítla maskinbáti Rospiggen II og bygdi vevskúla har – ja, hví ikki eg á súkklu til París?
IKKI DREIVA! Tummas rópar. Tú súkklar mitt á vegnum! Hann er komin upp á liðina á mær.: -Tú mást konsentrera teg. Súkkla tættari strikuni. Hann setur ferðina upp: – Eg bíði eftir tær har úti, rópar hann, í tí hann yvirhálar
Tá ið eg komi út á Oyrar, stendur Tummas og …… pissar…. hvussu gera kvinnurnar á liðnum, tá ið tær koma í neyð?
Á veg heimaftur terpi eg gear.
Stóra klinga upp, – tungt – fram eftir sløttum.
Lítla klinga niður, lætt – tá eg koyri niðan brekku.
Høgra upp og vinstra niður
… eg fløkist, …. hendurnar ána ikki havt hvør ger, men súkklan trillar, tað gongur við strúkandi ferð… – norður eftir Ánavegnum og fram við gulu SEV- húsunum á Strond. Hvassar hvirlur skrykkja í kroppin, tá ið farið verður um Haraldssund.
Í Kunoyartunninum er kalt. Tann hvíta strikan á vegnum hvørvur fyri mínum eygum, og eg fari skinklandi aftaná. Tummas er aftanfyri: – Tú skalt koyra so nær strikuni, at ein stórur lastbilur fær koyrt framvið. Eg eri hjartkipt, men hjartansfegin, tí mótkoyrandi bilar steðga og halda av. – tíverri tori eg ikki at lyfta hondini í tøkk.
Oman eftir Kunoyarvegnum eru nógvar holur. Tummas setur ferðina upp.: – Lyft reyvina uppfrá, so tekur tað ikki so hart. Eg tori ikki at standa ei heldur at hoppa, men siti pinnstív á súkkluni, krøki hendurnar um róðrið, – knúgvarnir eru krita hvítir, – og eg bíti saman tenn. Eg sigi bara: Gott, at endin er bleytur.
Vit høvdu mótvind norður, nú hann er undan heim. Long brekka er fyri framman.
– Nú skalt tú koma upp í ferð. Tummas súkklar undir liðini á mær. Hann rópar.: – Kom nú! Skjótari!
Eg vindi sum eitt ørt.
– Tú skalt longur upp í ferð….
Men eg tori ikki ……..
– Jú, …….. Hann byrjar at telja…
– Nú koyrir tú 40….. rópar hann……. 45….., …… 49,….. 49,5 ….. Eyð, nú koyrir tú næstan 50…… !!! Hann ýlir í vindinum.
Tummas hevur fortalt, at tað skjótasta hann hevur koyrt er 80!!! Huff. Eg minnist ilt á, tá ein bilur rendir á hann og hann fór sendandi, breyt seg sundur, men fór upp aftur á hjólhestin og vandi leingi við brotnari hond og slapp til Paris.
Nei! Eg seti føti í spenni. Skjótari verður tað ikki í dag.
Vit leggja tunnilin afturum okkum, svingað um Haraldssuna og mógvað fram við SEV-húsunum á Strond. Niðan eftir Ánavegnum gongur við strúkandi ferð. Hetta er ikki so galið. Eg hugsi um allar brekkurnar, sum eru fyri framman og murri.: “Kenna tit brekkurnar, sum eru her í Føroyum: Víkabrekka, Brattabrekka, Kirkjubrekka, Langibrekka, Stuttabrekka og brekkuna niðan til okkum …”
Steðgi við kjallarhurðina og klikki skógvarnar av.
Beint tá hyggi eg upp og síggi beint í kamarsvindeygaði hjá Tóru. Áh, Tóra – Gud viti hvat hon hevði sagt um hon sá meg nú. Eg fái klump í hálsin. Tár renna eftir kjálkanum.
nei, her fái eg onki svar, men Flóvin, er errin, haldi eg.
Eg seti súkkluna frá mær, – ásannandi, hetta verður ikki bara bara. Her skal nógv orka og venjing til.
– Tak tak ein dag í senn, sigur Tummas. – Hugsa hvar tú ert nú, og hvar tú ert um eitt hálvt ár. Tá eru tveir mánaðir eftir at venja í til tú skalt avstað.
Gott, at vit eru í felag. Saman.
Vónandi eg eisini eitt sindur meir í zen.
PS. Síðan fyrsta mín fyrsta súkklutúr við Tummasi, fór eg avstað einsamøll ein dagin. Eg datt, – fýra ferðir og lærdi: Tá ið tú ert í klikkskóm, mást tú ikki fara uppá súkkluna í mótbrekku. Ikki sum nýbyrjað í hvussu er. Eg hevði eina leskiliga banan í lummanum at fáa mær komin til Kunoyar. Men bananin var kroyst, – bleyt og kleimd, -helst hon, sum tók ringasta stoytin. men halt kipp – eg fekk eisini ilt.
