Grillbarrin hjá Símun og krím smitta sum pestin
Dóttir okkara er í kemoviðgerð og hevur niðursetta immunverju. Hetta nervar meg nógv, serliga í hesum influensatíðum, nú øll hosta, snísa og eru forkølað. Krím kann kosta einum barni í kemo dýrt, fepur uppaftur meir. Innlegging á sjúkrahúsi, pensilin og avbyrging.
Hon skal koppsetast móti beinkrími, tað skulu vit øll, men enn eru hennara tøl so lág, at hon má bíða. Ímeðan verða tilmælini frá Landslæknanum um reinføri fylgd.
Vit vaska hendur ofta og týtt og spritta omaná. Hosta og njósa í ermuna. Onki hóvasták. Man venist við alt.
Sjálvt vinmenninir hjá Flóvini gera tað, tá teir koma á vitjan.
Fyri at sleppa undan smittu, er best at skýggja støð, har nógv fólk eru, men á sjúkrahúsið mugu vit.
Í farnu viku var kemo aftur á skránni. Blóðroyndir takast. Blóðprosentið var ov lágt, og Tóra mátti á Barnadeildina at fáa blóð, áðrenn vit sluppu norður aftur.
Hetta er eisini rutina.
Tíðin á deildini gongur skjótt. Vit hyggja eftir onkrum á netinum, í løtuni er Grillbarrini hjá Símuni stóra hittið.
Skemt á lágum støði, eg veit, men so langt úti, at vit kunna ikki annað enn flenna. Eina løtu sleppa vit teymunum og sita á hvítu sjúkrahússeingini og eiðirnar fúka. Vit banna og blóta, flenna og herma, men brátt er dótturin svong, og sigur í røttum “GrillbarrinhjáSímun” stíli: “Slepp tær so til h…. oman í hasa saltbarrina og keyp mær nøkur salatbløð, áðrenn je …. undan tær….”
Eg standi í forhøllini. Tóra elska salat. Sjálv eri eg onki fyri sjálvtøku matstøðum, har alt stendur frammi til øll at fáa sær. Ein sonn bakteriubumba, men okkurt fornøjilsi skal gentan hava.
Eg spritti hendur og byrji at fylla salat uppí ein bakkan úr plastikk.
Ein myrkhærdur maður stendur tætt við og tosar við ein annan mann. Meðan eg fiski mais og tomatir og skorin salatbløð upp úr stálíløtunum, síggi eg, at maðurin skal njósa.
Eg dugi ikki at forklára hvussu, men vit kenna tað øll, tá eitt herðindi kemur, og vit bara mugu. Sjálv plagi eg at krympa, krossa bein og kvala njósi í ermuna.
Men hesin maðurin sýnist ikki at kenna sær hógv. Hann hvørki nýsur í ermu ei heldur hond, men letur tað ganga av út í tóman heim.
Eg trúgvi ikki mínum egnu eygum. Fari í verjustøðu. Haldi hondina fyri plastbakkan, so snordropar og bakteriur ikki sleppa niður í, alt meðan eg royni at sissa mín innara “Símun” og sigi við meg sjálva: Hatta var eitt óhapp. Hatta kann koma fyri sjálvt hjá tí besta. Hatta hendir ikki aftur.
Men hvat skjer?
Aftur kemur eitt herðindi á mannin, og hann tekur dyk á seg. Kroppurin reisist, hesaferð ógvusligari enn áður. Hann bendir seg framyvir og nýsur ó hart og inniliga, og hesiferð síggi eg, hvussu snordroparnar spríkja úr nøsini út í ta stóru forhøllina á Landssjúkrahúsinum, har fólk sita
Eg vamlist, vil spýggja og sigi fyri meg sjálva í Símun stíli: “Hvat í h…. ger hasin maðurin?” Eg síggi, at hann hoyrir meg. Hann letst tó ikki um vón, vendir mær bakið og heldur áfram at práta.
Alt í einum kemur mín ringa samvitska. Eg blívi flóv, og sjálvt um eg veit, at eg havi grein í mínum máli, so má eg siga okkurt pent við hann. Biða um umbering fyri mín ógvusliga málburð
Eg fari yvir til mannin og sigi høviliga: Eg sá væl, at tú sást, at eg bleiv ill. Men tú mást læra teg at njósa. Tú mást hugsa um, at tú ert á einum sjúkrahúsi, og meðan eg standi og greiði frá, hvussu man eigur at gera, føli eg meg uppaftur býttari, tí eg læri ein vaksnan mann.
Tað hjálpir, tá hann svarar: Tú hevur púra rætt, tú skalt ikki hava tað ringt, men leggur so afturat: Men tú kundi havt sagt tað uppá ein penari máta. “
Orðalagið í Grillbarrini hjá Símun smittar. Men tað ger krím eisini. Sum pestin. Minnist til: Haldið fyri, vaskið hendur og sprittið omaná.
