Á ferð úr skugga inn í ljósið,” er poddvarprøð í fimm pørtum eftir Eyð Matras, her hon lýsir súkkluferð sína við Team Rynkeby til Paris í fjør summar. Team Rynkeby er súkkluátak, sum varpar ljós á og samlar pengar inn til børn við lívshættisligum sjúkum. Í 2015 doyði Tóra, dóttir Eyð. Hon hevði krabbamein í heilanum. Umframt at lýsa sín egna miss, tosar Eyð eisini við nakrar aðrar Rynkeby-luttakarar, sum hava havt sjúku og deyða tætt inni at lívinum. Við sær á ferðini hevur Eyð grøna ryggsekkin hjá Tóru. Tey, hon tosar við, koyra øll ein lut, sum umboðar tey og teirra ferð, í ryggsekkin. Í seinastu sendingini hittast tey aftur, at tosa um lutin og hvønn týdning, hann hevur fyri hvønn einstakan. Lagt til rættis hevur Eyð Matras.
https://eymaleik.fo/wp-content/uploads/2021/12/rynkeby-eyd.jpeg15362048elsesjurdaberg@icloud.comhttps://eymaleik.fo/wp-content/uploads/2021/11/eymaleik-300x96.pngelsesjurdaberg@icloud.com2020-02-04 11:51:002023-03-14 12:54:16Á ferð úr skugga inn í ljósið – Poddvarp sent á KVF 5:5
Á ferð úr skugga inn í ljósið,” er poddvarprøð í fimm pørtum eftir Eyð Matras, her hon lýsir súkkluferð sína við Team Rynkeby til Paris í fjør summar. Team Rynkeby er súkkluátak, sum varpar ljós á og samlar pengar inn til børn við lívshættisligum sjúkum. Í 2015 doyði Tóra, dóttir Eyð. Hon hevði krabbamein í heilanum. Umframt at lýsa sín egna miss, tosar Eyð eisini við nakrar aðrar Rynkeby-luttakarar, sum hava havt sjúku og deyða tætt inni at lívinum. Við sær á ferðini hevur Eyð grøna ryggsekkin hjá Tóru. Tey, hon tosar við, koyra øll ein lut, sum umboðar tey og teirra ferð, í ryggsekkin. Í seinastu sendingini hittast tey aftur, at tosa um lutin og hvønn týdning, hann hevur fyri hvønn einstakan. Lagt til rættis hevur Eyð Matras.
https://eymaleik.fo/wp-content/uploads/2021/12/rynkeby-eyd.jpeg15362048elsesjurdaberg@icloud.comhttps://eymaleik.fo/wp-content/uploads/2021/11/eymaleik-300x96.pngelsesjurdaberg@icloud.com2020-01-23 11:49:002022-02-01 10:42:28Á ferð úr skugga inn í ljósið – Poddvarp sent á KVF 4:5
Á ferð úr skugga inn í ljósið,” er poddvarprøð í fimm pørtum eftir Eyð Matras, her hon lýsir súkkluferð sína við Team Rynkeby til Paris í fjør summar. Team Rynkeby er súkkluátak, sum varpar ljós á og samlar pengar inn til børn við lívshættisligum sjúkum. Í 2015 doyði Tóra, dóttir Eyð. Hon hevði krabbamein í heilanum. Umframt at lýsa sín egna miss, tosar Eyð eisini við nakrar aðrar Rynkeby-luttakarar, sum hava havt sjúku og deyða tætt inni at lívinum. Við sær á ferðini hevur Eyð grøna ryggsekkin hjá Tóru. Tey, hon tosar við, koyra øll ein lut, sum umboðar tey og teirra ferð, í ryggsekkin. Í seinastu sendingini hittast tey aftur, at tosa um lutin og hvønn týdning, hann hevur fyri hvønn einstakan. Lagt til rættis hevur Eyð Matras.
https://eymaleik.fo/wp-content/uploads/2021/12/rynkeby-eyd.jpeg15362048elsesjurdaberg@icloud.comhttps://eymaleik.fo/wp-content/uploads/2021/11/eymaleik-300x96.pngelsesjurdaberg@icloud.com2020-01-21 11:47:002022-02-01 10:42:34Á ferð úr skugga inn í ljósið – Poddvarp sent á KVF 3:5
Á ferð úr skugga inn í ljósið,” er poddvarprøð í fimm pørtum eftir Eyð Matras, her hon lýsir súkkluferð sína við Team Rynkeby til Paris í fjør summar. Team Rynkeby er súkkluátak, sum varpar ljós á og samlar pengar inn til børn við lívshættisligum sjúkum. Í 2015 doyði Tóra, dóttir Eyð. Hon hevði krabbamein í heilanum. Umframt at lýsa sín egna miss, tosar Eyð eisini við nakrar aðrar Rynkeby-luttakarar, sum hava havt sjúku og deyða tætt inni at lívinum. Við sær á ferðini hevur Eyð grøna ryggsekkin hjá Tóru. Tey, hon tosar við, koyra øll ein lut, sum umboðar tey og teirra ferð, í ryggsekkin. Í seinastu sendingini hittast tey aftur, at tosa um lutin og hvønn týdning, hann hevur fyri hvønn einstakan. Lagt til rættis hevur Eyð Matras.
https://eymaleik.fo/wp-content/uploads/2021/12/rynkeby-eyd.jpeg15362048elsesjurdaberg@icloud.comhttps://eymaleik.fo/wp-content/uploads/2021/11/eymaleik-300x96.pngelsesjurdaberg@icloud.com2020-01-14 11:41:002021-12-13 15:28:50Á ferð úr skugga inn í ljósið – Poddvarp sent 2:5
Á ferð úr skugga inn í ljósið,” er poddvarprøð í fimm pørtum eftir Eyð Matras, her hon lýsir súkkluferð sína við Team Rynkeby til Paris í fjør summar. Team Rynkeby er súkkluátak, sum varpar ljós á og samlar pengar inn til børn við lívshættisligum sjúkum. Í 2015 doyði Tóra, dóttir Eyð. Hon hevði krabbamein í heilanum. Umframt at lýsa sín egna miss, tosar Eyð eisini við nakrar aðrar Rynkeby-luttakarar, sum hava havt sjúku og deyða tætt inni at lívinum. Við sær á ferðini hevur Eyð grøna ryggsekkin hjá Tóru. Tey, hon tosar við, koyra øll ein lut, sum umboðar tey og teirra ferð, í ryggsekkin. Í seinastu sendingini hittast tey aftur, at tosa um lutin og hvønn týdning, hann hevur fyri hvønn einstakan. Lagt til rættis hevur Eyð Matras.
https://eymaleik.fo/wp-content/uploads/2021/12/rynkeby-eyd.jpeg15362048elsesjurdaberg@icloud.comhttps://eymaleik.fo/wp-content/uploads/2021/11/eymaleik-300x96.pngelsesjurdaberg@icloud.com2020-01-07 11:02:002021-12-13 15:27:50Á ferð úr skugga inn í ljósið – Poddvarp sent á KVF 1:5
Nógv er at minnast til, áðrenn farið verður avstað, – vatndunkurin skal fyllast, telefonin løðast, handskar, lyktir og eyka battarí skulu við. Hjólini skulu pumpast og hjálmurin uppá. Eg stingi eina banan í lumman at hava við.
Eg minnist ilt á kensluna, tá eg fór í hesar strammu súkklubuksurnar á fyrsta sinni – fekk ikki anda, og fór næstan í panikk. Syntetiskt stoff hóskar ikki júst til kvinnur í skiftisárunum, men ein venist við alt, – má eg bara sanna.
Eg gangi skinklandi eftir
kjallaragólvinum,- hetta er mín fyrsti túrur í klikkskóm. Havi hoyrt so nógvar
ræðusøgur um klikk, sjálvt mamma er ørkymlað,- hon hyggur eftir Tour de France í
sjónvarpinum.: – “….Men tú ert jú føst á súkkluni, um tú dettur fylgir
súkklan við. Eg havi sjálv hugsað tankan. Eri vaknað á miðjari nátt við
bankandi hjarta.: Klári eg at hugsa klárt og klikka skógvarnar av um eg detti?
Eg eri í lántum fjaðrum nú eg fari
avstað, – Katrina eigur skógvarnar, Tummas buksur og jakka og Aksel
súkkluna.
TÓRA – stendur á henni við stórum
svørtum stavum.
Føroyska deildin hjá Team Rynkeby varð stovnað í 2014, – tá var Tóra sjúk, hon hevði krabbamein í høvdinum. Fleiri súkklarar høvdu sett hennar navn á sína súkklu.
Eg gangi í klikkskónum oman á
slætt, seti vinstra fótin á pedalina, – tað sigur klikk. Eg traðki við einum
beini eftir Vágsheygnum, hetta er mín barndómsgøta. Tummas er fremstur: – Kom
nú! rópar hann. Koyr eisini hitt beinið uppá. Hann stendur við hornið oman
Víkabrekkuna og hyggur:: – Ongin bilur er í nánd!
Klikk! Nú eru báðar føturnar
fastar.
– Ikki vera bangin. Set
ferðina upp. Tummas er ótolin.
Eg muti ímóti.: Hvat nú hviss …?
Men her er ongin náði, boðini eru greið.
Tig! Lurta og ikki snakka!
Tummas er í zen við sína súkklu. Smidligur fer hann framvið við parkaðu bilunum á Nýggjavegi….. Gudsdoyð! Nú stendur hann uppi og hoppar. Hví ger hann so? Vit eru komin til rundkoyringina við Gamla Spinnaríið:. – Hatta var fyri at sleppa undan holunum, sum eru í vegunum, greiðir hann frá.
Nei! Álvara! Eg flenni. Ein hoppandi gul i kanin á súkklu til Paris?
Vit koyra út eftir Oyravegnun, –
Borðoyarvík liggur í silvitni. Hygg!
Har er Vevskúlanum úti í Grøv. Aina Cederblom, sigldi úr Svøríki til Føroyar í sínum
lítla maskinbáti Rospiggen II og bygdi vevskúla har – ja, hví ikki eg á súkklu
til París?
IKKI DREIVA! Tummas rópar. Tú
súkklar mitt á vegnum! Hann er komin upp á liðina á mær.: -Tú mást konsentrera teg.
Súkkla tættari strikuni. Hann setur ferðina upp: – Eg bíði eftir tær har úti,
rópar hann, í tí hann yvirhálar
Tá ið eg komi út á Oyrar, stendur Tummas
og …… pissar…. hvussu gera kvinnurnar á liðnum, tá ið tær koma í neyð?
Á veg heimaftur terpi eg gear.
Stóra klinga upp, – tungt – fram eftir
sløttum.
Lítla klinga niður, lætt – tá eg
koyri niðan brekku.
Høgra upp og vinstra niður
… eg fløkist, …. hendurnar ána ikki havt hvør ger, men súkklan trillar, tað gongur við strúkandi ferð… – norður eftir Ánavegnum og fram við gulu SEV- húsunum á Strond. Hvassar hvirlur skrykkja í kroppin, tá ið farið verður um Haraldssund.
Í Kunoyartunninum er kalt. Tann
hvíta strikan á vegnum hvørvur fyri mínum eygum, og eg fari skinklandi aftaná. Tummas
er aftanfyri: – Tú skalt koyra so nær strikuni, at ein stórur lastbilur
fær koyrt framvið. Eg eri hjartkipt, men hjartansfegin, tí mótkoyrandi bilar
steðga og halda av. – tíverri tori eg
ikki at lyfta hondini í tøkk.
Oman eftir Kunoyarvegnum eru
nógvar holur. Tummas setur ferðina upp.: – Lyft reyvina uppfrá, so tekur
tað ikki so hart. Eg tori ikki at standa ei heldur at hoppa, men siti
pinnstív á súkkluni, krøki hendurnar um róðrið, – knúgvarnir eru krita hvítir,
– og eg bíti saman tenn. Eg sigi bara: Gott, at endin er bleytur.
Vit høvdu mótvind norður, nú hann
er undan heim. Long brekka er fyri framman.
– Nú skalt tú koma upp í ferð.
Tummas súkklar undir liðini á mær. Hann rópar.: – Kom nú! Skjótari!
Eg vindi sum eitt ørt.
– Tú skalt longur upp í ferð….
Men eg tori ikki ……..
– Jú, …….. Hann byrjar at
telja…
– Nú koyrir tú 40….. rópar
hann……. 45….., …… 49,….. 49,5 ….. Eyð, nú koyrir tú
næstan 50…… !!! Hann ýlir í vindinum.
Tummas hevur fortalt, at tað
skjótasta hann hevur koyrt er 80!!! Huff. Eg minnist ilt á, tá ein bilur rendir
á hann og hann fór sendandi, breyt seg sundur, men fór upp aftur á hjólhestin
og vandi leingi við brotnari hond og slapp til Paris.
Nei! Eg seti føti í spenni.
Skjótari verður tað ikki í dag.
Vit leggja tunnilin afturum okkum,
svingað um Haraldssuna og mógvað fram við SEV-húsunum á Strond. Niðan eftir
Ánavegnum gongur við strúkandi ferð. Hetta er ikki so galið. Eg hugsi um allar
brekkurnar, sum eru fyri framman og murri.: “Kenna tit brekkurnar, sum eru her
í Føroyum: Víkabrekka, Brattabrekka, Kirkjubrekka, Langibrekka,
Stuttabrekka og brekkuna niðan til okkum …”
Steðgi við kjallarhurðina og
klikki skógvarnar av.
Beint tá hyggi eg upp og síggi
beint í kamarsvindeygaði hjá Tóru. Áh, Tóra – Gud viti hvat hon hevði sagt
um hon sá meg nú. Eg fái klump í hálsin. Tár renna eftir kjálkanum.
nei, her fái eg onki svar, men Flóvin, er errin, haldi eg.
Eg seti súkkluna frá mær, –
ásannandi, hetta verður ikki bara bara. Her skal nógv orka og venjing til.
– Tak tak ein dag í senn,
sigur Tummas. – Hugsa hvar tú ert nú, og hvar tú ert um eitt hálvt ár. Tá eru
tveir mánaðir eftir at venja í til tú skalt avstað.
Gott, at vit eru í felag. Saman.
Vónandi eg eisini eitt sindur meir
í zen.
PS. Síðan fyrsta mín fyrsta
súkklutúr við Tummasi, fór eg avstað einsamøll ein dagin. Eg datt, – fýra
ferðir og lærdi: Tá ið tú ert í klikkskóm, mást tú ikki fara uppá súkkluna í
mótbrekku. Ikki sum nýbyrjað í hvussu er. Eg hevði eina leskiliga banan í
lummanum at fáa mær komin til Kunoyar. Men bananin var kroyst, – bleyt
og kleimd, -helst hon, sum tók ringasta stoytin. men halt kipp – eg fekk
eisini ilt.
https://eymaleik.fo/wp-content/uploads/2021/11/rynka.jpeg960960elsesjurdaberg@icloud.comhttps://eymaleik.fo/wp-content/uploads/2021/11/eymaleik-300x96.pngelsesjurdaberg@icloud.com2019-12-21 15:19:002022-02-01 10:43:02Mín fyrsti túrur í klikkskóm
So hevur Eyð Matras verið til fyrstu testina hjá Team Rynkeby Føroyum 2019. Seinast greiddi hon frá avbjóðingini við klikkskóm. Nú hevur hon sett seg á súkkluna og skal súkkla test …
Eg havi spunnið í allan vetur, – og onkur túrur hevur eisini
verið uttandurða. Eg eri komin væl frá byrjan, – detti ikki so illa longur og havi vant meg
við klikkskógvarnar. Men nú byrjar tað av álvara, og vit hava havt okkara
fyrstu test.
Næstan ikki blundað
Leygarmorgun 19. januar 2019. Klokkan er farin av 8.00. Vit
eru á veg til Havnar, – fjøllini eru
flekkut, – tað hevur regnað í alla nátt.
Kalt er, og krapi liggur fram við vegjaðaran. Temperaturmátarin í
bilinum vísir tvey hitastig, tá vit koma til Hvalvíkar. Tummas koyrir og eg
siti og durvi. Gulu súkklurnar hanga aftanfyri á bilinum.
Eg havi næstan ikki blundað á náttini. Spent og eitt sindur
fjálturstungin áðrenn mína fyrstu test. Mínar ringu svøvngávur verða helst mín
størsta avbjóðingin á ferðini. Eg havi
ligið og vent og dreyað mær í songini, og lurtað eftir vindinum og snorkinum
hjá Tummasi – eg ilskist inn á veðrið og inn á hann. Hvussu skal hetta fara at
ganga? – Áh, mær leingist eftir dýnuni….
Eg havi hug at angra, men sigi tað ikki hart. Hetta er óðamannaverk.
Spentir súkklarar
Klokkan nærkast 10, tá vit steðga uttan fyri Eysturskúlan.
Her er longu fult av bilum, fólk og súkklum. Í gulum jakkum og hjálmum rigga
tey súkklurnar til. Onkur stendur og bankar kava undan klikkskónum.
Vit heilsast – nøkur hálsfevnast. – Góðan morgun: Nú, hvussu
stendur stendur til….? Nei, eg eri ikki einsamøll um at vera spent. Humørið
lættnar. Eg kenni angan av kaffi koma rekandi út frá tí, sum helst er
lærarastovan á skúlanum. Servis-liðið er uppá pláss. Ein brúnakaka stendur á
borðinum. Eg fái mær ein bita við kokus omaná.
Í Team Rynkeby eru vit øll í sama báti, – Gaman í, onkur er
betri fyri enn annar, men øll vita, hvussu tað kennist fyrstu ferð.
Áh, dett suss…..
Alt verður fiksað
At vera liðskipari í slíkum hópi, krevur eina sterka rødd,
Rúni Juul er lærari og hevur góðan autoritet. Í dag skulu vit læra at súkkla í
tveimum rekkjum og halda hóskandi frástøðu. Tey royndu skulu læra tey nýggju.
50 súkklarar, – klárt er at fara avstað. – Nei, 49, – ein
hevur gloym sín hjálm og er farin heim eftir honum. Vit bíða. Altíð okkurt. Sjálv havi eg onga lykt.
Men alt verður fiksað, fólk eru vinarlig. Vit skulu hetta
saman. Kim hevur eina eyka lykt við, sum
eg læni.
Hví ikki loysing og samband?
Eg havi tunguna mitt í munninum, tá vit koyra avstað, – út
úr Havnini á veg til Hósvíkar. – Konsentratión. – Tað ræður um ikki at taka
óráð fyri.
Í Hósvík er steðgur.
Enn er alt eitt sindur rokaligt, og eg kenni als ikki øll.
Práti við eina konu á servis-liðnum. Hon er mamma, omma og langomma – nei, tað
sæst ikki aldur á henni.
Heimaftur er kalt. Mótvindur. Eitt groft vátaslettingsæl
roynir at køva mín eldhuga. Í onkrari brekku knípur at halda ferðina. Vit hava
lært, at um tað dragnar millum súkklararnar, skal rópast: Deiling! – So slakkar
tann fremsti ferðina, og tá fast er aftur, verður rópt: Samling! Men er hetta ikki eitt sindur danskt?
Eg fløkist í orðunum og hugsi: Hví ikki rópa ,,loysing”, –
tá tað slitnar og ,,samband” tá fast er
aftur?
Soleiðis fara tankarnir avstað við mær. Vit práta, onkur
skemtar.
Ótolin – men smílandi bilførari
Eg havi hoyrt onkran siga: Tá gulu súkklurnar eru komnar út
á vegin, er várið í nánd.
Komin niðan á Sandvíkahjalla eru vit atvoldin til eina
heldur langa kø av bilum, sum stendur og bíðar. Eg fái eygnasamband við
bilførara, – hann sýnist ótolin, trummar fingrarnar niður í rattið. Eg smílist.
Hann smílist aftur.
Vónandi fegnast bilførararnir eisini um gulu súkklurnar á
vegnum.
Vit koma oman í Havnina í øllum góðum. Bert seinasta strekkið
er eftir. Brekkan niðan til
Eysturskúlan. Mann hon minna um Huy?
Eg herji á hana, – sitandi. Dugi ikki so væl at standa uppi
og súkkla, – enn.
Testin er endað. 54 kilometrar. – Miðalferðin er 21
kilometrar um tíman. Liðskiparin er nøgdur . Eisini eg.
Men…
Dagin eftir fari eg á kafé og ein kona spyr:
– Nú, hvussu gongst at súkkla?
– Finasta slag. Eg eri errin og reypi um testina.
– Tú ert ófør, sigur hon og spyr: – Hvussu langt skulu tit
súkkla, tá tit fara til París?
– 80 kilometrar um dagin, svari eg, men fari so at ivast. Eg
spyrji Tummas. Hann hyggur at mær, sum um eg var dottin av mánanum: – 80 kilometrar um dagin…?
– Tú skalt súkkla umleið 200 kilometrar um dagin, – sjey dagar í trekk!!!
P.S Gott at hava í huga: Ein skal ikki gloypa allan hvalin,
men bíta ein bita í senn.
P P. S. Mur de Huy er ein øgiliga brøtt brekka í Belgia, sum
øll ynda at tosa um og óttast. Tummas sigur, at tá eg klári Bumshamarsbrekkuna
og Norðadalsbrekkuna, – klári eg eisini Mur de Huy. Livst so spyrst.
– Vit hava lært, at um tað dragnar millum súkklararnar, skal rópast: Deiling! – So slakkar tann fremsti ferðina, og tá fast er aftur, verður rópt: Samling! Men er hetta ikki eitt sindur danskt? Eg fløkist í orðunum og hugsi: Hví ikki rópa ,,loysing”, – tá tað slitnar og ,,samband” tá fast er aftur?
*Um Eyð Matras: Hon er nýggj í Team Rynkeby Føroyar og
bloggar um lívið sum Rynka. Maðurin, Tummas Joensen, hevur verið við fyrr.
Saman eiga tey børnini Tóru og Flóvin. Tóra fekk krabbamein í høvdið og var ein
av teimum TRF ynskti at hjálpa, tá tað varð sett á stovn í 2014. Tóra doyði
árið eftir seytjan ára gomul. Eyð Matras er 55 ára gomul, – journalist og
sjónleikari og býr í Klaksvík.
https://eymaleik.fo/wp-content/uploads/2019/03/TeamRynkeby4.png8441500elsesjurdaberg@icloud.comhttps://eymaleik.fo/wp-content/uploads/2021/11/eymaleik-300x96.pngelsesjurdaberg@icloud.com2019-03-28 14:48:002022-02-01 10:43:07Team Rynkeby á ferð: Eyð súkklar fyrstu testina