Á ferð úr skugga inn í ljósið – Poddvarp sent á KVF 3:5
Á ferð úr skugganum inn í ljósið 3:5
Á ferð úr skugga inn í ljósið,” er poddvarprøð í fimm pørtum eftir Eyð Matras, her hon lýsir súkkluferð sína við Team Rynkeby til Paris í fjør summar. Team Rynkeby er súkkluátak, sum varpar ljós á og samlar pengar inn til børn við lívshættisligum sjúkum. Í 2015 doyði Tóra, dóttir Eyð. Hon hevði krabbamein í heilanum. Umframt at lýsa sín egna miss, tosar Eyð eisini við nakrar aðrar Rynkeby-luttakarar, sum hava havt sjúku og deyða tætt inni at lívinum. Við sær á ferðini hevur Eyð grøna ryggsekkin hjá Tóru. Tey, hon tosar við, koyra øll ein lut, sum umboðar tey og teirra ferð, í ryggsekkin. Í seinastu sendingini hittast tey aftur, at tosa um lutin og hvønn týdning, hann hevur fyri hvønn einstakan. Lagt til rættis hevur Eyð Matras.

